Innanlands

Lise Nørgaard kórsett í dag

105 ára gamlii kendi danski rithøvundurin og journalisturin Lise Nørgaard verður kórsett í dag kl. 13. DR og TV2 senda beinleiðis

Lise Nørgaard her í

Lise Nørgaard her í "Det sidste ord" hjá TV2 við Mikael Bertelsen sum verti (Mynd: TV2)

2023-01-14 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani andaðist kendi danski rithøvundurin og journaliturin Lise Nørgaard, 105 ára gomul.

Í dag verður almenn kórseting úr Sankt Pauls krikju í Keypmannahavn. Sjálv jarðarferðin verður privat í Roskilde, har sonur hennara Christian og foreldrini eisini liggja.

Kórsetingin byrjar klokkan 13 føroyska tíð, og bæði DR og TV2 senda beinleiðis frá hesum.

Lise Nørgaard hevur skrivað skaldsøgur, essays og stuttsøgur, men hon er serliga kend fyri at skrivað handritið til sjónvarpsrøðina "Matador". Hon var virkin skribentur og fyrilestrarhaldari fram til 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder