Innanlands

Lisbeth Danielsen fekk gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs

Hon hevur arbeitt fyri Tórshavnar kommunu í fleiri enn 40 ár, m.a. 38 ár sum røktarstarvsfólk

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-01-16 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun var hugnaløta á Ellisheiminum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu handaði Lisbeth Danielsen gullheiðursmerki Tórashavnar býráðs fyri 40 ára tænastu.

Lisbeth leggur í dag frá sær eftir 38 ár sum røktarstarvsfólk. Hon hevur eisini verið dagrøktarmamma hjá kommununi, og er sostatt talan um meira enn 40 ára tænastu.

- So mong ár ikki smávegis á sama arbeiðsplássi. Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru tey, vit leita til, tá vit kanna og meta um trivnaðin á arbeiðsplássunum, segði borgarstjórin m.a. í røðu sínari, áðrenn hann handaði henni gávu, blómur og gullmerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder