Innanlands

Line Rørbæk Jacobsen hevur fyrilestur í Finsen fríggjakvøldið

Hon er sosialráðgevi og hevur eina dóttir, ið er tvørkynd. Line Rørbæk Jacobsen fer millum annað at greiða frá persónligum upplivingum hjá familjuni, men eisini um tað at vera tvørkynd/ur og heilsuverkið í hesum samband

2022-10-12 13:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 14. oktober klokkan 19 verður fyrilestur við Line Rørbæk Jacobsen í Auluni í Finsen.

Line er sosialráðgevi og mamma Astu, sum er tvørkynd, og vóru tey sum familja við í heimildarøðini hjá DR: Et helt menneske. Eisini er Line nevndarlimur í danska felagskapinum Foreningen for Støtte til Transkønnede Børn (FTSB).

Fyrilesturin tekur støði í persónligum upplivingum hjá familjuni, men er eisini um tað at vera tvørkynd/ur og heilsuverkið í hesum sambandi. Line fer eisini at fortelja um arbeiði hjá FTSB og ráðgevingina hjá teimum.

Høvi verður at seta spurningar.

Fyrilesturin er ókeypis og er fyri øll – bæði tvørkynd og teirra familjur og tey, sum vilja læra eitt sindur um tað at vera tvørkynd/ur. Eisini hóskar fyrilesturin seg væl til starvsfólk á stovnum og skúlum, sum arbeiða við børnum og ungum.

LGBT+ Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder