Uttanlands

Limir í Nye Borgerlige ímóti uppskotinum um at avtaka flokkin

Har er stór undirtøka fyri at halda fram, sigur lokalfelagsformaður

Pernille Vermund heldur røðu eftir seinasta fólkatingsval í november 2022 (Mynd: EPA)

Pernille Vermund heldur røðu eftir seinasta fólkatingsval í november 2022 (Mynd: EPA)

2024-01-21 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

10. januar boðaði forkvinnan í danska flokkinum Nye Borgerlige frá, at flokkurin var á veg í søguna. Les meira her.

Orsøkin var, at har eru ov nógvir borgarligir flokkar á Fólkatingi, og tað er neyðugt at tey borgarligu savnast um færri flokkar, segði Pernille Vermund, forkvinna.

Síðani hava limir í flokkinum gjørt vart við sína ónøgd við uppskotið um at avtaka flokkin, og fleiri hava bjóðað seg fram at yvirtaka formanssessin eftir Pernille Vermund. Ein bólkur av limum fer nú at heita á floksleiðsluna um at droppa tilgongdina at avtaka flokkin.

Kenneth Korsbæk Olsen, formaðurin í lokalfelagnum hjá Nye Borgerlige í Gentofte, sum er ein av 100 limum, sum fundaðust um støðuna í flokkinum leygardagin, sigur, at stór undirtøka er fyri at halda fram.

– Tí hevði tað verið spill av tíð at kalla inn til eykalandsfund við tí eindamáli at avtaka flokkin, sigur hann.

Skal flokkurin avtakast, krevst undirtøka frá tveimum triðingum av teimum, sum hava atkvøðurætt á tveimum atkvøðugreiðslum, og tað er ikki realistiskt, sigur hann sambært Ritzau.

Hann leggur afturat, at tveir limir í floksleiðsluni luttóku á fundinum leygardagin, og taka teir undir við, at flokkurin skal halda fram. Í dag verður aftur fundur í flokkinum um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder