
Frá komandi lestrarári hækkar lestrarstuðulin við 1.000 krónum um mánaðin, og verður eftir skatt á sama støði sum stuðulin í Danmark.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur í fíggjarlógaruppskotinum raðfest, at umstøðurnar hjá lesandi skulu betrast, tá tey lesa hægri lestur í Føroyum.
- Tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at eggja teimum ungu at velja Føroyar, og at fleiri velja at lesa her heima. Samstundis er týdningarmikið, at tey, sum lesa í Føroyum, hava líka góðar fíggjarligar umstøður, sum tey, sum velja at fara uttanlands lesa, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Hækkingin í lestrarstuðlinum kemur aftur at øðrum raðfestingum, sum rættað seg móti hægri lestri. Farið verður undir at byggja seturskampus við stásiligum felagsbygningi og góðum lestrar- og granskingarumstøðum á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, ið verður umvældur og umbygdur til endamálið.
Eisini verður í næstum farið undir at byggja lestrar- og ungdómsbústaðir á Eirargarði. Við hesum raðfestingum verður føroyska lestrarumhvørvið styrkt, soleiðis at vit fáa betri møguleikar at standa okkum í kappingini um okkara lesandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald