Innanlands

Lendu á høvuðsvegnum

Krúnprinsafamiljan kom við tyrlu úr Fugloy til Mikladals á Kalsoynni

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-24 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tær báðar tyrlurnar við krúnprinsafamiljuni og fylgi gjørdu ikki mætari enn at lenda á høvuðsvegnum omanfyri Mikladal, tá tey kongaligu skuldu vitja í oynni.

Fylgið varð síðani eskorterað oman í bygdina, har borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, tók ímóti.

Umframt rundferð í bygdini varð eisini farið oman á helluna, har Kópakonan stendur.

Eftir ein knappan tíma í Kalsoynni, varð fylgið eskorterað niðan aftur á høvuðsvegin, har tyrlurnar bíðaðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder