Innanlands

Leitingin steðgað

Brimil gavst at leita klokkan 19.30 í gjárkvøldið, og vegna veður verður ikki mett ráðiligt at halda fram við leitingini í dag, sigur vakthavandi á MRCC-støðini, sum ikki hevur nakrar vónir um at finna kvinnuna á lívi

Brimil leitaði í gjár, til tað bleiv myrkt, og í morgun varð leitingin ikki tikin uppaftur (Savnsmynd)

Brimil leitaði í gjár, til tað bleiv myrkt, og í morgun varð leitingin ikki tikin uppaftur (Savnsmynd)

2022-10-09 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur verið leitað eftir kvinnuni, sum hvarv við Trælanípuna í Vágum fríggjamorgunin. Síðan leygarmorgunin hevur bert verið leitað á sjónum, eftir at leitingin á landi ikki gav nakað úrslit, men eisini tann leitingin er steðgað nú.

Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir fyri Portalinum í morgun, at Brimil gavst at leita í gjárkvøldið, tá tað bleiv myrkt – uml. klokkan 19.30 – og orsakað av illveðrinum í morgun verður ikki mett, at tað loysir seg at fara út aftur at leita.

– Nú er so nógv tíð fráliðin, at vit hava ongar vónir um at finna kvinnuna á lívi, sigur vakthavandi, sum ikki sigur seg hava nakra viðmerking til, um leitingin verður tikin uppaftur, tá veðrið batnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder