Innanlands

Latið blóð 100 ferðir

Felagið Blóðgevi er sera fegið um, at so nógv fólk í Føroyum sjálvboðin velja at vera blóðgevar

2022-10-01 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin 27. september 2022 var í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum eitt lítið hátíðarhald í sambandi við, at Jákup Pauli Johansen gav blóð fyri 100. ferð.

Jákup Pauli fekk handað samanplantning, eitt blómutyssi og ein pelikan úr glasi, sum Mikkalina Norðberg hevur framleitt. Pelikanurin er altjóða súmbol, sum øll heimsins blóðgevafeløg nýta. Pelikanurin ímyndar eitt menniskja, sum ósjálvsøkið hjálpir øðrum, so viðkomandi kunnu yvirliva.

Á myndini síggjast Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgeva, Jákup Pauli Johansen, blóðgevi, og Joan Petersen, deildarbioanalytikari.

Felagið Blóðgevi er sera fegið um, at so nógv fólk í Føroyum sjálvboðin velja at vera blóðgevar, so blóðbankarnir altíð vita, at tað ber til at útvega neyðugar mongdar av blóði, sum sjúkrahúsini nýta í sambandi við eitt nú skurðviðgerðir og regluliga viðgerð av ymiskum sjúkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder