Innanlands

Langur dagur hjá Margrethu

Kongaliga fylgið leggur fyri í Vestmanna um tíggju tíðina fyrrapartin, og endað verður við døgurða á Gamla hotellinum í Miðvági í kvøld

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-17 07:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Triði dagurin á Føroyavitjanini hjá Margrethu drotning er í dag.

Talan er um rúgvismikla skrá, sum byrjar klokkan 09:50 í morgun, og heldur fram til klokkan 21 í kvøld.

[object Object]Í Fuglafirði í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Vitjað verður millum annað á Heiminum á Grønanesi og Mýruverkinum í Vestmanna, og útgrevstrinum Niðri á Toft og vatnorkuverkinum í Kvívík áðrenn leiðin gongur yvir um Vestmannasund.

Í Vágum verður vitjað á Zarepta í Vatnsoyrum, og um kvøldi er Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, vertur fyri døgurða.

Døgurðin verður á Gamla Hotellinum - Magenta í Miðvági. Har var drotningin í 1959, sum krúnrpinsessa. Í 1959 varð millum annað farið út á altanina at heilsa uppá fólkið, sum var komið saman. Eftir ætlan fer drotningin tí í kvøld út á svalan aftaná døgurðan at heilsa uppá tey sum møta upp.

Í morgin er drotningin á Toftum, Nesi og á Strondum.

Øll skráin sæst her


Sí eisini:

Myndir: Svínoyingar fína vitjan

Myndir: Margretha drotning í Ribarhúsi, hjá Framherja og í skúlanum

Myndir: Drotningin kom við góða veðrinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder