Innanlands

Langar bíðirøðir við Sandavágsháls - koyrandi aftur um Gøtueiði

Tað eru vánalig koyrilíkindi í mið og norðurøkinum. Tað er ikki koyrandi um hálsin í Sandavági

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2022-04-06 16:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So mikið vánalig koyrilíkindi eru við Hálsin í Sandavági, at nógvir bilar standa fastir. Har er ikki koyrandi, og tað verður ein løta áðrenn tað verður tað, upplýsir Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, fyri útvarpinum.

Tað eru langar bíðirøðir báðumegin hálsin. Jn.fo skrivar, at talan er um einar 100 bilar, sum standa fastir.

Aðrastaðni í landinum eru eisini vánalig koyrilíkindi. Á Vestmannavegnum er koyrandi, men vánalig koyrilíkindini. Landsverk sigur, at bilar standa fastir har eisini.

Tíðliga seinnapartin var ikki koyrandi um Gøtueiði, og treylarar og lastbilar stóðu fastir. Har er tó aftur koyrandi nú.

Nógvastaðni í mið- og norðurøkinum eru vánalig koyrilíkindi, og mælt verður tí til at fólk koyra varliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder