Innanlands

Landsverk: Hált um alt landið

Løgreglan hevur eisini fingið fleiri fráboðanir frá bilførarum, sum hava staðið fastir í kavanum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-15 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er hált um alt landið, og tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og til Norðadals, boðar Landsverk frá í morgun.

Tað eru eisini vánalig koyrilíkindir, frá við Streymin og norð til Tjørnuvíkar.

Seinastu tímarnar hevur løgreglan eisini fingið fleiri fráboðanir frá bilførarum, sum hava staðið fastir í kavanum. Fráboðanir komu m.a. úr Eysturoynni og úr Norðurstreymoy, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. M.a. stóðu bilar fastir í kavanum uttan fyri Norðskálatunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder