Innanlands

Landsverk: Hált og glerstoytt í morgun

Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, og heldur ikki á Oyggjarvegnum og til Norðadals, verður boðað frá

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-16 07:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi á Gjáarvegnum, og heldur ikki á Oyggjarvegnum og til Norðadals.

Tað er eitt spor í støðum frá Streymin og norð til Langasand. Tað er jarðrok á Oyndarfjarðarvegnum og øðrum høgtliggjandi vegum.

Landsverk sigur, at tað er hált og glerstoytt í støðum um alt landið.

M.a. verður boðað frá hálku á Streymnesi, á Dalavegnum til Viðareiðis, eystanfyri Norðskaáltunnilin, á Tjørnuvíkarvegnum, á Høgareyni og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder