2022-04-08 09:10
Arbeiðið at byggja nýggju tunlarnar norður um Fjall koyrir eftir ætlan, og í seinastu viku vórðu tilsamans 100 metrar skotnir.
Landsverk skrivar, at nú eru tilsamans 1712 metrar skotnir, sum svarar til 42 prosent av samlaðu longdini.
Í farnu viku vórðu 52,5 metrar skotnir í Hvannasundstunlinum, og 47,5 metrar skotnir í Árnafjarðartunlinum.
Í Hvannasundstunlinum eru skotnir 993,5 metrar, og eftir eru 1201,5 metrar. Í Árnafjarðartunlinum eru skotnir 718,5 metrar, og eftir eru 1171,5 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald