Innanlands

Landslæknin: Kunnu bert heita á øll um at lata seg koppseta

Síðan 1. juli eru 92 smittutilburðir staðfestir í Føroyum, og tey flestu, sum verða staðfest smittað í hesum døgum, eru smittað við Delta-frábrigdinum

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-12 13:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 1. juli eru 92 koronutilburðir staðfestir í Føroyum, og støðan er álvarsom, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Næstan allir teir tilburðirnir, sum verða skrásettir nú eru við Delta-frábrigdinum, sum smittar sera illa, og um stutta tíð verður tað tað mest dominerandi frábrigdið í Føroyum, sigur landslæknin við Kringvarpið.

Millum tey smittaðu eru nøkur fá, sum eru koppsett.

Koppsetingin gevur ikki 100 prosent verju, men sambært landslæknanum er tað bert hent eina ferð higartil, at ein koppsettur persónur hevur smittað ein annan persón við koronu, so tað er tí ikki líkt til, at stórur vandi er fyri, at koppsettir persónar smitta onnur, sigur hann.

Tey, sum eru koppsett, fáa heldur ikki líka nógv sjúkueyðkenni sum ókoppsett fólk, leggur landslæknin afturat.

Landslæknin heldur, at tað gongur ov seint at koppseta í Føroyum, og heitir hann tí á fólk um at bíleggja sær tíð til koppseting, tí vit hava ríkiligt av koppingarveni í Føroyum í løtuni.

– Vit kunnu bert heita á øll um at fáa bílagt eina tíð til koppseting nú, sigur landslæknin.

Hoyr Útvarpsinnslagið við Lars Fodgaard Møller, landslækna, her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder