Innanlands

Lærararnir fingið nýggjan næstformann

Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur skipað seg eftir aðalfundin fyri góðari viku síðani. Nógv er at tríva í og nevndin er spent at fara til verka

Bergur Samuelsen, Jacob Eli S. Olsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum (Mynd: Føroya Lærarafelag)

Bergur Samuelsen, Jacob Eli S. Olsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum (Mynd: Føroya Lærarafelag)

2022-05-12 20:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri góðari viku síðan var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Nevndarval var á skránni, har fimm valevni bjóðaðu seg fram til tveir nevndarsessir. Fyri vali stóðu Tórhallur við Gil, ið varð afturvaldur og Andrea á Rípuni, sum hevur sitið í nevndini í fleiri skeið, seinastu trý árini sum næstforkvinna, ið ikki stillaði uppaftur. Fyri hana varð Eyðbjartur Sólheyg Skaalum valdur.

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

Jacob Eli S. Olsen er formaður, Tórhallur við Gil er næstformaður, Jona Højsted er kassameistari, Bergur Samuelsen er skrivari, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum er nevndarlimur.

Annbritt Toftegaard er 1. tiltakslimur og Augusta Egholm Petersen er 2. tiltakslimur.

Á fyrsta fundinum orðaði nevndin uppskot til evni at arbeiða við komandi nevndarárið, tá m.a. sáttmálasamráðingar standa fyri framman. Nógv er at tríva í og nevndin er spent at fara til verka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder