Innanlands

Kvinnutingið og konfirmantlegan avlýst

Tey stóru tiltøkini í Nesvík verða av ongum orsakað av koronustøðuni

2021-01-26 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trúboðin skrivar á heimasíðu sínari, at tvey av teimum heilt stóru tiltøkunum, sum eftir ætlan skuldi verða í Nesvík komandi tíðina, eru avlýst orsakað av koronastøðuni. 

Talan er vælumtókta Kvinnutingið, sum á hvørjum ári samlar kvinnur úr øllum landinum, og har tað so at siga altíð verður fullteknað eftir heilt stuttari tíð. Tiltakið  skuldi vera 6. februar. 

Eftir ætlan skuldi stór konfirmantalegan vera 12. og 13. mars, men hendan legan er eisini avlýst, skrivar trubidin.fo. Vanligt er, at tey sum ganga til prest kring landið savnast í Nesvík nakað áðrenn konfirmantiónina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder