Innanlands

Kvinna dottin av taki í Klaksvík

Kvinnan var í ferð við at mála takið á Atlantis Bio, tá hon datt

Mynd: Savnsmynd

Mynd: Savnsmynd

2018-07-06 19:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan kvart yvir tvey seinnapartin í dag fekk løgreglan boð um, at ein 27 ára gomul kvinna var dottin av takinum á Atlantis Bio í Klaksvík. 

Kvinnan, ið hevði verið í ferð við at mála takið, datt eitt fitt petti niður, sigur vakthavandi á politistøðini. Kvinnan varð flutt á sjúkrahúsið til kanningar, har tað vísti seg, at hon hevði einki brotið.

Arbeiðseftirlitið fer at kanna málið nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder