Innanlands

Kunning um tarmsjúku og filmur í Havnar Bio

Colitis Crohn Felagið skipar fyri tiltakð fríggjadagin, har sosialráðgevar frá Landssjúkrahúsinum koma at greiða frá, hvussu gerast kann, tá ein fær staðfest kroniska sjúku. Eftir kunningina er nýggi James Bond-filmurin á skránni

Føroyar hava heimsmet í títtleika av tarmsjúkum, men sjúkan er enn tabu fyri nógv, og tað er hendan tøgnin, ið tey í felagnum ynskja at bróta - millum annað við tiltakinum fríggjadagin

Føroyar hava heimsmet í títtleika av tarmsjúkum, men sjúkan er enn tabu fyri nógv, og tað er hendan tøgnin, ið tey í felagnum ynskja at bróta - millum annað við tiltakinum fríggjadagin

2021-09-28 22:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá ein fær staðfest kroniska sjúku fer man at stúra. Stúranir um, hvussu framtíðin sær út, m.a. hvussu við arbeiði ella skúla. Í tí sambandi skipar Colitis Crohn Felagið fyri tiltakið í Havnar Bio fríggjadagin 1. oktobur kl. 16.30, har Siri Joensen og Nicolina Rubeksen, sum starvast á Landssjúkrahúsinum sum socialráðgevar, geva góð ráð og greiða frá hvørji rættindi, man hevur, tá ein gerst sjúkur. 

Soleiðis skrivar felag fyri tarmsjúk í Føroyum um tiltakið fríggjadagin. Føroyar hava heimsmet í títtleika av tarmsjúkum, men sjúkan er enn tabu fyri nógv, og tað er hendan tøgnin, ið tey í felagnum ynskja at bróta, so at tarmsjúk tora at tosa um sjúkuna og ikki minst fáa ta hjálp teimum tørva.

- Eftir kunningina frá Siri og Nicolinu er sodavatn, poppkorn og nýggjasti James Bond filmurin á skrá. Tiltakið er ókeypis fyri limir. Somuleiðis er tað ókeypis fyri lesandi, ið tekna seg til tiltakið saman við limum.

Tiltakið er alment, so tey sum ikki eru limir hava møguleika at keypa atgongumerkið, skrivar Colitis Crohn Felagið í tíðindaskrivinum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder