Innanlands

Kunnandi tiltak um vitjanartænastuna í Suðuroy

Vitjanartænastan í Suðuroy skipar fyri kunnandi tiltaki fríggjadagin 10. september kl. 17 í Salt. Til ber at hitta sjálvbodnu samskipararnar, tekna seg til Vitjanartænastuna og njóta tónleikin hjá Hans Jacob Hjelm

Reyði Krossur skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Salt (Savnsmynd)

Reyði Krossur skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Salt (Savnsmynd)

2021-09-08 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áhugin fyri Vitjanartænastu í Suðuroynni hevur verið stórur seinastu tíðina, og nú er Reyði Krossur saman við trimum sjálvbodnum samskiparum til reiðar at seta gongd á, og bjóðar Reyði Krossur tí øllum áhugaðum við til tiltak um Vitjanartænastuna.

Fríggjadag seinnapart, 10. september, ber til at hoyra um arbeiðið við Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi og hitta samskipararnar Dorrit Bech Joensen, Gunnhild Mortensen og Halltóru Joensen. Samskipararnir greiða frá, hvussu Vitjanartænastan í Suðuroy, ið fer at fevna um alla oynna, verður skipað og til ber at tekna seg, skrivar Reyði Krossur.

Hans Jacob Hjelm stílar fyri tónleiki til tiltakið, ið er ókeypis, og er fyriskipað í samstarvi við Salt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder