Innanlands

Krúnprinsbørnini fáa føroysk klæðir

Føroya landsstýrið, Føroya løgting, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sunda Kommuna og Runavíkar kommuna lata klæðini

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

2018-08-23 09:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Krúnprinsbørnini fáa hvør síni føroysku klæðir, nú tey fyri fyrstu ferð vitja Føroyar, sigur Løgmansskrivstovan.

Tað er Føroya landsstýrið, Føroya løgting, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sunda Kommuna og Runavíkar kommuna, sum lata klæðini til Teirra kongligu hátign Christian prins, Isabellu prinsessu, Hansara Vincent prins og Josephinu prinsessu.

Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa fingu føroysku klæðini, tá ið tey giftust í 2004.

Almenna vitjanin hjá krúnprinshúskinum byrjaði í morgun í Havn.

Vitjanin endar sunnudagin 26. august.

placeholder
placeholder