Innanlands

Krúnprinsahúskið: Vit senda hann í lívsins skúla

Krúnprinshjúnini siga, at ferðin til Føroyar skal læra prins Christian um lívið

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-25 11:55 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tað er spennandi at vísa teimum ein part av ríkisfelagsskapinum, sigur Krúnprinsurin millum annað við DR. 

DR hevur gjørt samrøðu við Krúnprinsin, Fríðrik og konuna, Krúnprinsessu Mary. Tey spyrja serliga inn til, hvussu týdningarmikið tað er fyri børnini at síggja Føroyar, og Mary sigur millum annað, at tað hevur verið spennandi hjá Kristian prinsi at tosa við ungar íverksetar í sjóvinnuhúsinum. 

- Hann kom heim og segði frá øllum, sum hann hevði upplivað við teimum ungu íverksetunum, greiðir krúnprinsessan frá. Hon sigur at hettar er ógvuliga mennandi fyri hann. 

- Tað er ein persónlig útvikiling hjá honum, sum víðkar hansara sjónaring við at ferðast og uppliva tað besta av tí besta, sigur hon at enda. 

Christian er elsti sonurin hjá Fríðriki og tí er hann krúnuarvingur. 

Tú kann síggja alla samrøðuna við at trýsta á her 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder