Krúnprinsahúskið fer av landinum aftur sunnudagin, men áðrenn tað vitja tey kring alt landið.
Hepni má sigast at verða við teimum, tí at sambært veðurfrásøgnini verður turt næstan alt vikuskiftið.
Í løtuni regnar, men um 13 tíðina slítur í. Restina av degnum er einki avfall, hitin liggur millum 10 og 11 hitastig, við vindi um 8 m/s. Hetta heldur sær alla náttina. Ættin er útnyrðingur norðan og útnyrðingur.
Í morgin tíðliga minkar í vindinum niður í 5 til 6 metrar um sekundið av útnyrðingi, og einki avfall er. Seinnapartin í morgin verður eitt sindur av avfallið millum 0,2 til 0,5 mm og ættin er vestan. Umleið klokkan 21 slítur í aftur, og vindurin minkar niður í uml. 2 m/s av útnyrðingi vestan, og hitin minkar niður í 8 og 9 hitastig.
Hitin heldur sær gjøgnum sunnunáttina, meðan vindurin veksur upp í millum 2 og 4 m/s av landnyrðingi og landnyrðingi vestan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald