2018-08-24 16:41
Krúnprinsaparið og børnini H.k.h. Christian prinsur, Isabella prinsessa og Vincent prinsur fóru í dag niðan á Eystfelli á Fugloynni, har góða myndin varð tikin av familjuni.
Aftaná døgurða í dag fór øll familjan nevniliga til Fugloyar, har vitjað var í Hattarvík og Kirkju.
Nú gongur leiðin síðan til Mikladals, har spákað verður oman til standmyndina av Kópakonuni. Ingibjørg Hansen, ið er uppvaksin í húsunum, haðan kópakona var, skal syngja niðri við standmyndina.
Eitt sindur av seinking er sum skilst í skránni, umleið 1 tími.
Sí annars vøkru myndina og aðrar myndir, sum Kongshúsið tekur á vitjanini í Føroyum, á Instagram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald