Innanlands

Krúnprinsafamiljan í gandakenda Mikladali

Mikladalur og Kópakonan vóru seinnapartin á skránni

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-24 18:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at hava verið á vitjan í Fulgoy stóð Kalsoyggin og Mikladalur á skránni hjá krúnprinsafamiljuni.

Tað var eitt sindur seinkað, men langt um leingi komu tey, og veðrið helt sær - soleiðis nøkulunda. Í øllum førum var næstan turt, og sólin royndi at treingja seg gjøgnum skýggini.

Á helluni í Mikladali, har kópakonan stendur var sjálvsagt ógvuliga vakurt, og krúnprinshúskið stillaði eisini upp til mynd við kópakonuna.

Eisini framførdi Ingibjørg Hansen, ið er uppvaksin í húsunum, haðan kópakonan var, niðri við standmyndina. Sera vakurt. 

Hetta var tað fyri í dag, og í kvøld er Jógvan Skorheim, borgarstjóri, vertur fyri døgurða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder