Innanlands

Kristina Háfoss verður stjóri fyriu Norðurlandaráðið

Tekur við nýggja starvinum 1. februar - er annars júst byrjað sum leiðari í felagsskapinum Javna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-14 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi, Kristina Háfoss, sum annars fyri stuttum varð sett sum stjóri í Javna, fer nú í staðin til eitt nógv tignarligari starv.

Frá 1. februar at rokna verður hon stjóri fyri umsitingini hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn.

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur á fundi í dag tikið avgerð um at seta Kristinu Háfoss í starvið. Hon tekur við, tá starvssetanin hjá núverandi stjóranum, Britt Bohlin, gongur út 1. februar, skrivar norden.org.

Í tíðindaskrivi skrivar Kristina Háfoss, at hon gleðir seg at byrja í nýggja starvinum.

- Tað er ein heiður fyri meg at fáa møguleika at arbeiða við Norðurlandaráðnum og formansskapinum. Tað er ein uppgáva, sum eg síggi fram til, sigur Kristina Háfoss.

Eisini Bertel Haarder, sum frá nýggjárinum verður formaður ella forseti fyri Norðurlandaráðið, er spentur.

- Við Kristinu Háfoss fær Norðurlandaráðið ein væl útbúnan og væl fyrireiðaðan stjóra við nógvum royndum innan almenna umsiting. Ikki minst innan fyri talgilding, sum í framtíðini fær størri týdning í framtíðini, nú vit skulu ferðast minni og halda færri fysiskar fundir, sigur Bertel Haarder.

Bertel Haarder fegnast eisini um, at Norðurlandaráðið fyri fyrstu ferð fær ein danskan ríkisborgara, altso ein, ið umboðar danska ríkisfelagsskapin, sum stjóra.

Sambært Helsingforssáttmálanum, sum er grundarlagið fyri norðurlendska samstarvinum, eru Áland, Grønland og Føroyar ikki fullgyldugir limir á sama støði sum Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland og Ísland.

- Men tíbetur er tað ikki nøkur forðing fyri, at vit geva ábyrgdina fyri okkara umsiting til ein føroying. Hetta er eitt gott dømi um samstarvsandan í Norðurlandaráðnum, sigur Bertel Haarder.

Sitandi forsetin fyri Norðurlandaráðið, Silja Dögg Gunnarsdóttir úr Íslandi er samd.

- Vit fegnast um at fáa Kristinu Háfoss við kring borðið, sigur hon í tíðindaskrivinum frá Norðurlandaráðnum.

Kristina tók annars við starvinum sum leiðari fyri Javna 1. desember:

Les eisini: Kristina Háfoss verður nýggjur dagligur leiðari hjá Javna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder