Innanlands

Kristin Højgaard: - Eg eri grønlendingur

Tað sigur føroyski skiparin á rækjutrolaranum, Acadienne Gale II

Kristin Højgaard (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Kristin Højgaard (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-08-27 22:22 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Hóast Kristin er føddur í Føroyum og var bara fýra ár, tá familjan í 1952 flutti úr Rituvík til Narsaq í Suðurgrønlandi, so kennir hann seg sum grønlending.

- Eg eri kanska í tí løgnu støðu, at eg eri føroyingur og grønlendingur við bústaði í Danmark.

- Eg kenni meg sum grønlending, og bæði dugi og tosi grønlendskt. Eg var noyddur at læra meg málið, tá vit fluttu til Grønlands, tí danskt dugdi eg ikki tá. So aftaná eitt gott hálvt ár, dugdi eg grønlendskt, sigur Kristin.

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Sum 14 ára gamal fór hann á kostskúla í Danmark og seinni á hægri skúla og á læraraskúla.

Útbúgvin sum lærari, droymdi hann um at sleppa ein túr til skips, fyri at royna sjólívið. Tað eydnaðist, tá hann í 1976 slapp við rækjutrolaranum Hvítanes.

Sjóverkurin var øgiligur, og menninir umborð argaðu hann, tí hann sum 27 ára gamal fór sín fyrsta túr til skips.

- Eg bardi sjóverkin av mær og treivst sera væl á sjónum. Eg sigldi so, til eg á heysti 1980 fór á skiparaskúla í Rønne. Eftir tað sigldi eg sum dekkari í nøkur ár, áðrenn eg varð stýrimaður og avloysti skiparan. Síðani 1987 havi eg siglt sum skipari við ymiskum rækjutrolarum, sigur Kristin Højgaard.

- Nú er hesin trolarin seldur til Russlands, og eg verði 70 ár í september, so tíðin á sjónum fer at halla. Eg trívist væl, og hugurin er góður enn, so nú fáa vit at síggja. 

- Eg droymdi um ein túr, sum higartil hevur vart í góð fjøruti ár - og eri ikki liðugur enn, sigur Kristin smílandi og takksamur.

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Grønlandstoymið hjá Heimamissióninin sang og hevði andakt umborð á Acadienne Gale II í Nuuk 8. august.

- Tað var fyrstu ferð, eg upplivdi, at kristin sangur og andakt var umborð á skipi, eg var við. Tað var ein sera góð og gevandi løta, sum vit allir vóru glaðir fyri, sigur Kristin Højgaard.

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder