Mentan

Kristel Lisberg á Summar Festivalin

Songkvinnan fer at hava countrykonsert saman við bólki sínum

2023-05-07 11:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kristel Lisberg verður við á Summar Festivalinum í august. Tá fer hon at hava konsert í Tjaldinum saman við bólki sínum.

Kristel Lisberg byrjaði longu sum ung genta at syngja country, og árini síðani hevur hon serliga útgivið og framført country, soul og popp – onkuntíð snildisliga samanblandað í kensluríkan countrypopp.

Seinasta hittið hjá Kristel var sangurin "It's Killing Me", og á Summar Festivalinum fer hon at framføra sangin fyri fyrstu ferð í Føroyum. Hon fer eisini at spæla sangin "Slow Burn", sum hon fer at útgeva í næstum. Hetta er sangur, ið er skrivaður av kendum sangskrivarum í Nashville, sum áður hava arbeitt saman við Miranda Lambert og Kacey Musgraves. Óli Poulsen hevur framleitt sangin. Aftrat tí fer hon eisini at framføra klassiskar countrysangir.

Í bólkinum hjá Kristel Lisberg spæla Janus Kampmann, Josva Debes, Pauli Magnussen, Magni Husgaard og Jákup Zachariassen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder