2021-07-17 10:35
Í nátt var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar Millum Fjarða í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra nógv skjótari, enn loyvt var.
Eini førarin koyrdi 107 km/t, og hetta gevur eina bót á 2.000 krónur. Umframt bótina fær hann eisini klipp í koyrikortið.
Hin førarin koyrdi 115 km/t, og umframt eina bót á 2.500 krónur, fær hann eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Hetta merkir, at hann skal upp til nýggja koyriroynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald