Innanlands

Koronapass fyri at fara í kirkju men einki eftirlit

Kirkjurnar kring landið lata upp aftur sunnudagin. Tað verður við koronupassi, men Fólkakirkjan ger hinvegin greitt, at hon hevur álit á fólkinum, og tí verður eftirlit ikki við kirkjudyrnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-11-24 13:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

1. sunnudag í advent verður farið aftur í kirkju, og leiðslan í Fólkakirkjuni kunnar í dag hvussu viðurskiftini verða frameftir. Millum annað verður koronapass sett í gildi.

Fólkakirkjan tekur í stóran mun tilmælini frá myndugleikanum til sín og setur í gildi skipan við ferðsluljósum. Kortini verður hetta lokal stýring.

Leisturin frameftir verður, at hvørt prestagjald tekur ábyrgd av sínum kirkjum. Sóknarprestarnir og kirkjuráðini hava ábyrgd av, um kirkjan er opin ella stongd, alt eftir hvussu stór smittan er lokalt.

Eisini verður koronupass nú mett at vera neyðugt fyri at sleppa í kirkju.

Leiðslan í Fólkakirkjuni sigur at tað, ið gerast kann til tess at tryggja, at tað er trygt at koma í kirkju, eigur at vera gjørt.

Avgerandi neyðugt er, at fólk, ið koma í kirkju, eru frísk við atliti at smittandi sjúkum og lúka eina av treytunum at vera koppsett ímóti Covid-19, hava verið sjúk av Covid-19 seinasta árið ella hava eina negativa test, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

Samstundis verður gjørt greitt, at kirkjan hevur álit á fólkinum, og tað verður ikki talan um eftirlit við kirkjudyrnar.

Aðrar avmarkingar eru eitt nú at sitið verður á øðrum hvørjum beinki.

Hetta er galdandi til 1. mars 2022, tá støðan verður mett av nýggjum.

Alt kunningarskrivið kann lesast á folkakirkjan.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder