Innanlands

Korona hevur nú rakt fimm stovnar undir Almannaverkinum

85 starvsfólk og búfólk eru antin smittað ella í sóttarhaldi

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-08-10 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Almannaverkið er vorðið hart rakt av nýggju koronabylgjuni.

Í farnu viku varð boðað frá, at tveir stovnar undir Almannaverkinum vóru raktir av koronasmittuni, og nú eru fimm stovnar raktir.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sigur við Kringvarpið, at talan er um tríggjar stovnar í Havn og tveir í Eysturoynni.

Í løtuni eru 85 starvsfólk og búfólk smittað ella í sóttarhaldi.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder