placeholder
Mentan

Kópakonan sum leikur á eggini í Mikladali

Kaféin Eðge beint oman fyri kendu standmyndina vísir leikin um kópakonuna – Eyð Matras hevur skrivað og spælir sjálv

2021-07-22 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kaféin við navninum Eðge í Mikladali bjóðar í summar fólkum eina heildaruppliving, har tað ber til at njóta stórslignu náttúruna, fáa leskiligt ábit og síggja leik um kópakonuna.

Eðge er gamalt pakkhús, sum nú er bygt um til kafe. Í kjallaranum er hugnaligt rúm, har leikurin um kópakonuna verður framførdur. Har er pláss fyri 30 áskoðarum hvørja ferð.

[object Object]

Kópakonan – í øðrum hami
Søgnin um kópakonuna er kend í Mikladali – vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin.

Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin nú fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við eskimoiskum ísletti. Alt knýtt saman við stemningsfullum tónleiki. Leiktíðin er umleið 45. minuttir.

Eyð Matras hevur skrivað handritið og leikar sjálv, meðan Magni Husgaard hevur skrivað tónleikin og spælir sjálvur. Sigrún Valbergsdóttir hevur leikstjórnað.

Leikurin “Kópakonan – í øðrum hami” hevur verið sýndur nakrar ferðir fyri fullum húsum, og ætlanin er at sýna leikin fleiri ferðir gjøgnum summari. Næsta sýning verður í tveimum førum fríggjadagin – annars ber til at kunnað seg um nær leikt verður á heimasíðuni atgongumerki.fo, har atgongumerkini eisini fáast til keyps.

Kostnaðurin er 495 krónur, men tá er eisini eitt leskiligt ábit við í prísinum undan sýning og suppa og dessert eftir sýning. Aldursmarkið at síggja leikin er sett til 10 ár.

Í sambandi við vitjanina í Mikladali ber sjálvandi eisini til at spáka sær ein túr oman á helluna at síggja standmyndina av kópakonuni – rúnarbundin til ævigar tíðir.

- Busssambandið er gott, so ikki er neyðugt at hava bil við í oynna, sigur Kafe Eðge í tíðindaskrivi.

[object Object]Magni Husgaard, tónleikari, Eyð Matras, leikari, og Sigrún Valbergsdóttir, leikstjóri

[object Object]Eyð Matras hevur skrivað leikritið og spælir sjálv

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder