Innanlands

Kongur mintist aftur á dagarnar í Føroyum

- Úr luftini, av landi og av sjónum rakk nærum himmalskur vakurleiki so langt eygað sá - og tokan loyvdi, segði Fríðrikur kongur um vitjanina í summar

Fríðrikur kongur her í føroyskum dansi á Drelnesi í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Fríðrikur kongur her í føroyskum dansi á Drelnesi í summar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-01 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríðrikur kongur nevndi sum vanligt er Føroyar í nýggjársrøðuni í gjárkvøldið. Hann mintist aftur á Føroyavitjanina í summar tá hann, Mary drotning og Josephine prinsessa vóru á vitjan í Havn, Suðuroy og á Eiði.

[object Object](Mynd: Kongshúsið)

- Úr luftini, av landi og av sjónum rakk nærum himmalskur vakurleiki so langt eygað sá - og tokan loyvdi, segði hann.

- Allastaðni vit komu í djúpgrøna, hólmaga og rúgvusmikla landslagnum møtti føroyska gestablídni okkum. Eisini á dansigólvinum.

Og her vísti Fríðrikingur kongur á føroyska dansin, sum eitt dømi har fólk sum standa uttanfyri ringin, verða tikin við.

- Tað kann ikki tykist sum nakað, men fyri hann ella hana, sum stendur uttanfyri, kann tað hava alt siga, at ringurin ikki aftrar seg við at lata upp. Tað er galdandi fyri dansin og tað mesta annað her í lívinum, segði Fríðrikur kongur.

Hann øllum í Føroyum og í Grønlandi fyri enn einaferð at taka so hjartaliga ímóti honum og familju hansara.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder