2026-01-08 13:31
Vincent prinsur og Josephine prinsessa hava føðingardag í dag og fylla 15 ár.
Á nýggjum myndum, sum Kongshúsið hevur almannakunngjørt í sambandi við føðingardagin, standa tey so fitt saman.
Dagliga síggja tey kortini ikki so nógv til hvønn annan. Josephine tekur 8. flokk á Spir Efterskole í Juelsminde í Suðurjútlandi. Vincent prinsur, sum er 26 minuttir eldri enn tvíburasysturin, gongur á Tranegårdskolen í Hellerup.
Josephine prinsessa var við foreldrunum, tá tey vóru á vitjan í Føroyum í fjørsummar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald