Innanlands

Komu ikki til nakra niðurstøðu í dag

Fólkaflokkinum tørvar meira tíð til tess at finna eitt nýtt landsstýrisfólk

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-21 18:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin kom ikki á mál á tingbólkafundinum í dag, har endamálið var at finna eitt nýtt landsstýrisfólk í staðin fyri Jørgen Niclasen, sum segði landsstýrissess sín frá sær í farnu viku.

Christian Andreasen, tingbólkaformaður, segði við útvarpið fyri løtu síðani, at tey ikki komu á mál á fundinum í dag. Flokkurin hevur tørv á longri tíð at finna fram til eitt navn, sum løgmaður kann tilnevna til landsstýrisfólk.

Møguliga tekur tað nakrar dagar áðrenn vit eru komin á mál, segði Christian Andreasen.

Hann vildi ikki váttað, at tað er Jacob Vestergaard, sum hevur verið upp á tal.

- Vit hava havt fleiri nøvn til viðgerðar, bæði menn og kvinnur, men vit funnu ikki fram til nakra semju, segði Christian Andreasen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder