Innanlands

Klárt á Tríkantinum í Vági

Á midnátt verður eldur settur á bátin og fýrverksshow fer í gongd

(Mynd: Nýggjár í Vági)

(Mynd: Nýggjár í Vági)

2021-12-31 17:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er klárt á Tríkantinum í Vági, sum er miðdepilin fyri nýggjárshaldið í Vági.

Aftur í ár hava Jakob Skaaning og Ingi Hansen prýtt bátin, sum verður brendur á nýggjárunum í Vági.

Móti midnátt verða blikkini niðan á Eggjarnar tendraði og faklagongan avstað.

Á midnátt kemur faklagongan á Tríkantain, sálmurin "Tíðin rennur sum streymur í ár" verður sungin og síðani verður eldur sett á bátin.

Eftir hetta byrjar Føroya størsta fýrverksshow.

Dansur er vanliga á nýggjárinum, men korona ger, at tað ikki verður skipað fyri dansi í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder