Ein av fyrstu fyritøkunum at lata roknskapin inn fyri 2024 er P/F J.F. Kjølbro Heilsøla í Klaksvík.
P/F J.F. Kjølbro hevur heilsøluvirksemið í Klaksvík og selur matvørur og annað runt allar Føroyar.
Gott ársúrlit í 2024
Roknskapurin 2024 hjá P/F J.F.Kjølbro Heilsølu vísir eitt rímiliga gott úrslit.
Bruttovinningurin vaks í 2024 við 13,2 prosent til 17,2 mió.kr.
Ársúrslitið gjørdist eitt avlop upp á 5,6 mió.kr., í mun til 4,4 mió.kr. í 2023. Ein vøkstur í avlopinum upp á heili 26,8 prosent, sum verður mett at verða ein góður vøkstur.
![]()
Eginpeningurin 15,9 mió.kr.
Fíggjarjavnin hjá P/F J.F. Kjølbro Heilsølu við árslok 2024 var 32,7 mió.kr.
Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2024. Stuttfreistaða skuldin í 2024 var 16,8 mió.kr.
Eginpeningurin hjá P/F J.F. Kjølbro Heilsølu við árslok 2024 var 15,9 mió.kr. Trygdarevnið var tískil 49 prosent.
Um hugt verður eftir gjaldførinum, so sæst at gjaldførislutfallið er 1,86, sum verður mett at vera gott.
![]()
Samanumtikið má staðfestast, at rakstrargongdin síðstu árini hjá P/F J.F. Kjølbro Heilsølu hevur verið góð, og at serliga úrslitið í 2024 var gott.
Talan er um eitt fíggjarliga sterkt felag, sum eisini hevur nøktandi gjaldførið.
Høvuðspartaeigari av P/F J.F. Kjølbro Heilsølu er Sp/f Finna.
Stjóri í felagnum er Árni Frederiksberg og Jákup A. Mikkelsen er nevndarformaður.
--
![]()
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald