Innanlands

Kjakfundur um gentøkni í Suðuroy

Spurningar um arvaeginleikar, sjúkur og tøkni verða tiknir upp á almennum fundi

2020-11-03 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Etiska ráðið skipar sunnudagin 8. november fyri almennum kjakfundi á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Endamálið við tiltakinum er menna kjakið um etiskar spurningar, sum knýta seg at gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Stóru frambrotini innan gentøkni krevja, at vit mugu taka støðu til stórar etiskar spurningar, sum ikki áður hava verið á breddanum. Skulu vit til dømis hava alt at vita um, hvørjar arvaligar sjúkur vit eru berarar av? Hvør skal hava atgongd til upplýsingar um okkara ílegur og arvaeginleikar? Og hvussu skulu vit samrøða um slíkar spurningar, tá vitanin og møguleikarnir innan hesa tøkni næstan ongi mørk kennir?

Upplegg og panelkjak
Jógvan Dahl, fyrrverandi lærari og varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum, fer at stýra fundinum, og tey, sum fara at hava upplegg og at taka lut í panelinum, verða Anne Mette Greve Klemensen, prestur og forkvinna í Etiska ráðnum, Marjun Bæk, prestur emeritus og limur í Etiska ráðnum, Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen, Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, og Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Framløgurnar verða tiknar upp og lagdar á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder