Innanlands

Keypa nú byggilendið við Stórutjørn

Talan er um eitt stórt øki, sum ætlanin er at menna til framtíðar bý, nærum eina miljón fermetrar

2022-04-28 18:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tilmælið til býráðið í kvøld var at játta umleið 32 miljónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar. Hetta varð einmælt samtykt við aðru viðgerð.

Um hesa tíðina í fjør samtykti býráðið at heimila umsitingini at fara í samráðingar við Búnaðarstovuna um keyp av lendinum til menning av Stórutjørn.

Seinasta árið hevur verið arbeitt við innkomuvegnum, og er arbeiðið við vegnum nú komið so væl áleiðis, at arbeiðsvegurin eftir ætlan verður boðin út fyrsta dagin.

Talan er um eitt stórt øki, sum ætlanin er at menna til framtíðar bý, nærum eina miljón fermetrar. Av tí at lendið er so stórt, og býarmenningin ikki kemur at verða framd í einum, so er ætlanin at gera eina avtalu við Búnaðarstovuna um at yvirtaka lendið í stigum, soleiðis at Stóratjørnverkætlanin og ein møgulig vinnuútstykking kunnu gerast veruleiki, uttan at tørvur er á at ogna sær alt økið í einum.

Tilmælið til býráðið í kvøld var at játta umleið 32 miljónir til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar.

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í mars og varð endaliga samtykt við aðru viðgerð í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder