Innanlands

Keldan letur brandbil til Ukraina

Ætlanin er at fylla bilin við bjargingarútgerð, brandsløkkjarum, fyrstuhjálparkassum og øðrum, sum kann verða til hjálp. Bilurin verður koyrdur av landinum skírisdag

(Mynd: Keldan)

(Mynd: Keldan)

2022-04-05 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brandbilurin á myndini omanfyri, verður latin til Ukraina. Tað er Keldan í Skálafirði, sum letur brandbilin, og ynskir sum samkoma at vera við til at gera mun, har tað ber til.

Ætlanin er, at vit fylla bilin við bjargingarútgerð, brandsløkkjarum, fyrstuhjálparkassum og øðrum, sum kann verða til hjálp. Tit, sum vilja geva okkurt av hesum ella fáa fatur á onkrum, eru vælkomin at lata tað inn til Kelduna, so verður fylt inn í bilin, sum fer avstað skírisdag, sigur Keldan á heimasíðuni.

Tað er Heini Gjerløv, ið hevur ábyrgd av bilinum og kemur at koyra hann til Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder