Innanlands

Kavi og vindur í morgun

Heitt verður á bilførarar um at vanda sær í ferðsluni

Hálsurin í Sandavági í morgun (Vevmynd: Landsverk)

Hálsurin í Sandavági í morgun (Vevmynd: Landsverk)

2022-04-07 06:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættiliga fitt av kava er komið niður í nátt, Sandoyggin og Suðuroyggin tó undantiknar, og Landsverk boðar frá hálku og kræpa á øllum norður-, mið- og vesturøkinum.

Hartil er eisini fitt av vindi um alt landið. Sambært Landsverki liggur vindferðin oman fyri 30 metrar um sekundið eitt nú á Ørðadalsskarði, Porkerishálsi og Norðradalsskarði.

Vakthavandi á løgreglustøðini hevur ikki fingið nakrar fráboðanir um trupulleikar í ferðsluni í morgun orsaka av hálku, men heitt verður á bilførarar um at koyra varðliga í ferðsluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder