Innanlands

Kavaruddingin í Sunda kommunu er seinkað

Orsøkin er trupulleikar við amboðunum. Hesum boðaði kommuna frá tíðliga seinnapartin, og at tað vónandi eydnast at rudda allar kommunalar vegir í dag.

Kommunan heitti tíðliga seinnapartin á borgarar um at vísa tolsemi í samband við kavarudding, sum var nógv seinkað orsaka av trupulleikar við amboðunum hjá kommununi

Kommunan heitti tíðliga seinnapartin á borgarar um at vísa tolsemi í samband við kavarudding, sum var nógv seinkað orsaka av trupulleikar við amboðunum hjá kommununi

2023-01-19 15:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru framvegis trupulleikar av kava og hálku, og Landsverk ávarar framvegis um, at tað er hált í støðum kring landið.  

Kavarudding hevur verið neyðug í bygdum og býum seinastu vikuna. Í millum annað Klaksvík hava ymiskir trupulleikar verið, og kommunan har hevur í dag heitt á bileigarar um at flyta bilar til øki, ið longu eru gravaði, so tað verður lættari at fremja stóru uppgávuna at grava væl allastaðni.

Les eisini: Heita á bileigarar um at flyta bilar

Í Sunda kommunu hava ávísir trupulleikar eisini verið í dag. Kommunan heitti tíðliga seinnapartin á borgarar um at vísa tolsemi í samband við kavarudding, sum var nógv seinkað. 

Orsøkin er trupulleikar við amboðunum hjá kommununi, sum skulu brúkast at beina kavan burtur, skrivar sunda.fo.

Tó verður vónað, at tað eydnast at rudda allar kommunalar vegir í dag, hósdagin 19. januar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder