Innanlands

Kastrup: Hægsta talið av ferðandi í tvey ár

Yvir 1,8 millión ferðafólk nýttu Københavns Lufthavn í apríl, og tað er hægsta talið fyri ein mánaða síðani tíðliga í 2020. Ferðafólkatalið byrjar at nærkast tí, sum tað var, áðrenn koronufarsóttin kom - tó er framvegis nakað av muni, um samanborið veðrur við 2019

Tað er aftur nógv ferð á í Københavns Lufthavn (Mynd: EPA)

Tað er aftur nógv ferð á í Københavns Lufthavn (Mynd: EPA)

2022-05-11 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein ferðasist umvegis Kastrup fyri áleið tveimum árum síðani, var ógvuliga lítið av ferð á og heilt lítið av ferðafólki, í mun til hvat vanligt er - til tíðir var so at siga manntómt. Talan er um ein av teimum flogvallunum við mest ferðslu í norðara parti av Evropa, men Københavns Lufthavn var ávirkaður av koronustøðuni, sum av álvara setti flogferðsluna niður í ferð kring heimin.

Í síðstu viku kundi staðfestast, at ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum byrjar at nærkast tí, sum tað var, áðrenn koronafarsóttin breyt út, tí útvið 37.000 ferðafólk fóru um flogvøllin í apríl. Og tað er líknandi støða á tí væl størri flogvøllinum á Amager. Hetta vísa nýggjastu tølini úr Danmark.

Í dag er ferðafólaktalið fyri apríl kunngjørt, og talan er um hægsta skrásetta talið í tvey ár. 

Tað skrivar millum annað dr.dk. 

Samanlagt ferðaust beint yvir 1,8 milliónir fólk umvegis Københavns Lufthavn í síðsta mánaða.

Næstan tvær milliónir ljóðar nógv, og hetta er eitt greitt tekin um, at viðurskiftini í flogferðsluni nú "líkjast meira sær sjálvum".

Tó so, er talan ikki um sama støði, ið tað var á áðrenn koronufarsóttini. Um hugt verður eftir samlaða talinum fyri ferðandi í Kastrup higartil í 2022, so er tað bert 72 prosent av tí, um tað var eftir apríl í 2019, ið er tað síðsta fulla árið, har korona ikki ávirkaði 







placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder