Innanlands

Karl Johansen verður borgarstjóri í Klaksvík

Samráðingarnar millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri slitnaðu – og Sambandið fekk borgarstjórasessin í boði

Karl Johansen, sýslumaður og nývaldur á sambandslistanum, verður borgarstjóri í Klaksvík (Savnsmynd: Norðlýsið)

Karl Johansen, sýslumaður og nývaldur á sambandslistanum, verður borgarstjóri í Klaksvík (Savnsmynd: Norðlýsið)

2020-11-11 14:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður sambandsmaðurin Karl Johansen, sum verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík.

Tað vita bæði Norðlýsið og Kringvarpið at siga í dag.

Eftir at Fólkaflokkurin og Sjálvstýri gjørdu eina avtalu um samstarv í gjárkvøldið, hildu samráðingarnar fram í Árnafirði í dag.

Men eftir øllum at døma, er Fólkaflokkurin lopin frá avtaluni, og er ístaðin farin til Sambandsflokkin og hevur bjóða nývalda býráðsliminum, Karl Johansen, borgarstjórasessin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder