Uttanlands

Karine Jean-Pierre verður nýtt pressutalsfólk hjá Joe Biden

Karine Jean-Pierre yvirtekur starvið sum fremsta pressutalsfólk hjá amerikanska forsetanum eftir Jen Psaki, sum gevst 13. mai

Karine Jean-Pierre yvirtekur starvið sum fremsta pressutalsfólk hjá Joe Biden eftir Jen Psaki, sum gevst 13. mai (Mynd: NBC News)

Karine Jean-Pierre yvirtekur starvið sum fremsta pressutalsfólk hjá Joe Biden eftir Jen Psaki, sum gevst 13. mai (Mynd: NBC News)

2022-05-06 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

13. mai fer Jen Psaki úr starvinum sum fremsta pressutalsfólk hjá amerikanska forsetanum Joe Biden.

Sambært Hvítu Húsunum verður tað Karine Jean-Pierre, sum higartil hevur verið næsta pressutalsfólk, sum yvirtekur plássið hjá Jen Psaki.

– Karine kemur ikki bert við teimum royndum, førleikunum og tí integriteti, sum er neyðugt í hesum torføra starvinum. Hon fer eisini framhaldandi at ganga á odda við arbeiðnum at samskifta millum Biden-Harris umsitingina og amerikanska fólkið, sigur Biden í fráboðan.

Samstundis gevur hann Jen Psaki rós fyri at hava "sett støðið fyri einari afturkomu til sømiligheit, virðing og tign í briefingrúminum í Hvítu Húsunum".

Karine Jean-Pierre hevur drúgvar royndir sum politiskur ráðgevi, og arbeiddi hon m.a. við valstríðnum hjá Barack Obama bæði í 2008 og 2012, umframt at hon arbeiddi fyri Obama-umsitingina tey fyrstu fýra árini.

Karine Jean-Pierre verður sambært altjóða miðlum eisini tann fyrsti opni LGBT+ persónurin, sum verður fremsta pressutalsfólk í Hvítu Húsunum, og verður hon eisini fyrsta afroamerikanska kvinnan, sum fer at røkja hetta starvið.

Tá Joe Biden setti sína umsiting, gjørdi hann greitt, at hann ynskti, at hansara umstinging skuldi endurspegla ta fjølbroyti, sum fanst í amerikanska samfelagnum.

Fráfarandi talskvinnan hjá Joe Biden, Jen Psaki, sum hevur verið í starvinum, síðan Biden tók við sum forseti í januar 2021, sigst at hava fingið nýtt starv hjá MSNBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder