Innanlands

Kannar mál um hóttanir

Løgreglan kannar eitt mál, har ein maður skal hava hótt ein annan við knívi á einum sølustaði í Klaksvík

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-04 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eina hending, sum fór fram á einum sølustaði í Klaksvík um klokkan 17.30 í gjár.

Talan er um ein mann, sum skal hava hótt ein annan við knívi.

Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at talan ikki var um nakað dramatiskt, og ógreitt er, um hetta var meint í álvara. Men fólkini rundanum gjørdust stúrin, og tá knívur er uppií verður tað altíð tikið í álvara.

Nú skal málið kannast nærri, og enn er ikki greitt, hvørja skuldseting tað endar við. Tað kann enda við, at viðkomandi verður skuldsettur fyri hóttanir, men tað kann eisini enda við, at hann fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder