Innanlands

Kanna harðskapsmál í høvuðsstaðnum

Løgreglan varð í nátt boðsend tá harðskapur bleiv framdur móti einum persóni, og tá komið varð á staðið varð løgreglan eisini útsett fyri harðskapi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-14 10:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan kannar í dag eitt harðskapsmál, sum er hent í Havn í nátt.

Á politistøðini hava tey ikki so nógv at siga um málið í morgun, tí kanningar verða gjørdar í dag, og fólk verða avhoyrd.

- Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, og tá vit koma á staðið verður ein politistur eisini útsettur fyri harðskapi, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.

Tá eitt løgreglufólk verður álopið er talan um grein 119, sum gevur serliga harðan straff.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder