2022-05-07 13:38
Grindin, sum varð sædd í Hestfirði um middagsleitið verður í løtuni rikin inn á Havnina, men tað kann taka eina góða løtu afturat.
Kristjan Martin Joensen, sýslumaður sigur við Portalin, at tað kann taka ein hálvan til ein tíma, áðrenn grindin eftir ætlan verður hildin til á Sandagerði.
Hann veit ikki at siga, hvussu stóra grind talan er um. Løgreglan segði fyrr í dag, at boðað var frá millum 30-50 hval, men møguliga er talan um fleiri, sigur sýslumaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald