Innanlands

Kann fara báðar vegir hjá Teiti Skoubo í dag

Dómur fellur seinni í dag í rættarmálinum hjá Teiti Skoubo. Ákærin fer eftir harðari revsing og verjin fer eftir frídøming

Teitur Skoubo (Mynd: Ex on the Beach)

Teitur Skoubo (Mynd: Ex on the Beach)

2022-10-26 06:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag verður lagnan hjá føroyska realitystjørnuni í Danmark, Teiti Skoubo, avgjørd. Havnarmaðurin fekk í mai hálvt triðja ára langa fongsulsrevsing fyri neyðtøku, og skuldi alt fyri eitt inn at sita dómin. Hann kærdi málið, og tað er nú fyri í landsrættinum. Væntandi fellur dómur seinni í dag.

Tað er klokkan 8 føroyska tíð, at seinni dagurin í rættarmálinum í landsrættinum byrjar. Fyrsti tímin er settur av til frágreiðing frá gentuni, sum skal vera neyðtikin av Teiti Skoubo 28. november í fjør.

Hetta verður fyri afturlatnum hurðum.

Fyrri dagurin í rættarmálinum var mánadagin. Meira kann lesast um tað her.

Síðani dómur varð sagdur fyri fimm mánaðum síðani, hevur 27 ára gamli Teitur Skoubo sitið í varðhaldi í Odense, men varð herfyri fluttur til Vejle arrest í Jyllandi.

Nýggi verjin hjá Teiti Skoubo, fer eftir frídøming, men ákærin fer eftir einari harðari revsing enn tann, sum Teitur fekk í býarrættinum.

Verður Teitur Skoubo frídømdur, verður tað statskassin, sum skal rinda fyri sakarmálskostnaðin í býar og landsrættinum. Eisini hevur hann rætt til endurgjald fyri varðhaldsfongslingina, sum liggur um 200.000 krónur, upplýsir verji hansara, Nicolai Berg, sambært Herognu.dk.

Teitur Skoubo hevur luttikið í donskum realitysendingum sum Paradise Hotel, Singletown, For lækker til love, og Ex on the Beach.

Les eisini: Dómur fellur mikudagin

Les eisini: Hálvt triðja ára fongsul til Teit Skoubo

-----

Unnustan hjá Teiti, Teresa Ovenberg, segði við TV2 Echo í summar millum annað, at hon hevði hug at krógva seg undir einum steini:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder