placeholder
Innanlands

Kanjon Sp/f smáar 12 milliónir í avlopi

Metár í fjør hjá størstu byggifyritøkuni í Norðoyggjum

(Mynd: Kanjon)

(Mynd: Kanjon)

2022-09-15 19:02 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Størsta byggifyritøka í Norðoyggjum og ein av størstu byggifyritøkunum í Føroyum er Kanjon Sp/f. Virksemið er vaksandi.

Byggivirkið Kanjon varð sett á stovn í 1967 av Jóhannes og Kjartan Hansen. Kjartan Hansen yngri, sonur ein av uppruna eigarunum keypti fyritøkuna Kanjon í 2006, og hevur átt og rikið hana síðani. 

Kanjon heldur til á Skarðhamri í Klaksvík, men arbeiðið hjá byggifyritøkuni fevnir um allar Føroyar.  

Bruttovinningurin hjá Kanjon vaks úr 50,1 mió.kr. í 2020 til 67,5 mió.kr. í 2021. Vøksturin í bruttovinnginum var heili 17,3 mió.kr. ella 34,5 prosent.  

Starvfólkakostnaðurin í 2021 var 49,7 mió.kr., sum er 9,8 mió.kr. ella 24,6% hægri enn í 2020. Starvsfólkatalið var í alt 75 sambært roknskapi felagsins í 2021, sum eru 10 ársverk fleiri enn í 2020. 

[object Object]

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 17,8 mió.kr. í 2021, móti 10,3 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ebidta er ella heili 7,5 mió.kr. ella 73,2 prosent.

Árið 2021 gav eitt samlað avlop eftir skatt á 11,8 mió.kr., sammett við 5,9 mió.kr. í 2020. Tað er besta úrslitið hjá felagnum síðstu 18 árini og tí helst eisini besta úrsltið nakrantíð.  

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 1,5 mió.kr. av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. 

Kanjon Sp/f er ein miðalstór byggifyritøka í Føroyum, og hevur tí eina miðalstóra fíggjarstøðu. Samlaða fíggjarstøðan í 2021 var 75,9 mió.kr. í mun til 59,5 mió.kr. í 2020. 

Støðisogn hjá Kanjon øktist í 2021 við 8 mió.kr. til 27,2 mió.kr.  

Ogn í umferð var 27,2 mió.kr. í 2021, sum bert var 718 tkr. hægri enn í 2020. 

Gjaldførið hjá felagnum var sera gott í 2021, har ið tøki peningurin var 21,1 mió.kr. og lyklatalið gjaldførislutfall var 151 prosent, sum verður mett gott. 

Eginognin hjá Kanjon Sp/f var 34 mió.kr. í 2021 sammett við 22 mió.kr. í 2020. Trygdarlutfallið var 44,8 prosent í 2021 sammett við 37 prosent í 2020.  Tìskil er fíggjarliga styrkin økt munandi hjá felagnum í 2021. 

Langfreiðsta skuldin hjá felagnum var 7,1 mió.kr. í 2021 sammett við 4,2 mió.kr. í 2020. 

Stuttfreistaða skuldin var 32 mió.kr. sum er júst tað sama sum í 2020.  

Lyklatølini ”ognaravkast” og ”eginpeningsavkast” vísa at talan hevur verið um eitt stak gott ár. Ognaravkastið í 2021 var 22 prosent sammett við 14 prosent í 2020. Eginpeningsavkastið var heili 45 prosent í 2021 sammett við 32 prosent í 2020. 

Samanumtikið má tí staðfestast, at Kanjon Sp/f hevur haft eitt gott rakstrarúrslit í 2021, lønsemið hevur verið nøktandi og felagið er væl fyri fíggjarliga við einum nøktandi trygdarevni og góðum gjaldføri. 

Høvuðspartaeigari av Kanjon Sp/f er Kjartan Hansen í Klaksvík. 

Stjóri í Kanjon Sp/f er Kjartan Hansen.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder