Innanlands

Kaja Joensen borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Varaborgarstjórin í Runavíkar kommunu er borgarstjóri hesa vikuna, meðan Torbjørn Jacobsen er uttanlands í kommunalum ørindum – Hetta e raðru ferð, at ein kvinna situr í borgarstjórasessinum

Kaja Joensen, varaborgarstjóri situr sum næstforkvinna í fíggjarnevndini og í byggi- & býarskipanarnevndini hjá Runavíkar kommunu (Mynd: Runavíkar kommuna)

Kaja Joensen, varaborgarstjóri situr sum næstforkvinna í fíggjarnevndini og í byggi- & býarskipanarnevndini hjá Runavíkar kommunu (Mynd: Runavíkar kommuna)

2022-09-12 12:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kaja Joensen tekur eina vakt sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu hesa vikuna, meðan borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen er uttanlands í kommunalum ørindum.

Tá Runavíkar býráð hevði skipað seg eftir seinasta kommunuval, og tikið við valdinum um ársskiftið 2020/21, varð Kaja Joensen varaborgarstjóri. Nú hon loysir av í eina viku, er hetta onnur ferðin, yvirhøvur, at ein kvinna situr í sessinum hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu. Sæunn Ólavsdóttir Hansen loysti eitt skifti í 2010 Magnus Rasmussen av í hesum kommunala oddasessi., skrivar kommunan á heimasíðuna.

Kaja situr eisini sum næstforkvinna í fíggjarnevndini og í byggi- & býarskipanarnevndini.

Torbjørn Jacobsen verður aftur leygardagin, skrivar kommunan.

Dagførd kl. 14.43

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder